Video: Her verður X Factor dómari sekkjaður

X Factor dómarin Natalia Kills og maður hennara vóru koyrd, eftir at tey svínaðu X Factor luttakara til

Tað gekk ógvisliga fyri seg í X Factor kappingini í New Zealandi farna vikuskiftið.

Dómarin Natalia Kills er tann dómarin, sum kemur við teimum súru og speisku viðmerkingunum, men í seinastu kapping yvirgekk hon seg sjálva.

Hon legði harðliga eftir einum luttakara, sum hon legði undir at kopiera hennara egan mann, sum eisini er dómari í kappingini. Hon kallaði luttakaran ólekkran og óhugnaligan, tí hann skuldi havt kopierað mannin.

Maður hennara, Willy Moon, legði eisini afturat útsøgnunum hjá konuni.

Fyrireikararnir avgjørdu eftir kappingina, at dómaraparið skuldi koyrast heim.

Omanfyri ber til at síggja umstríddu hendingina.