Video: Her koma føroysku Rynkeby-súkklararnir á mál

Føroyska ferðaliðið í Team Rynkeby Føroyum 2019 hevur nú súkklað úr Klaksvík til París

Fyri løtu síðani komu føroysku súkklararnir í Team Rynkeby Føroyum á mál í París. Gleðin hjá føroyingum er sum vera man stór eftir at hava súkklað allan vegin úr Klaksvík og til franska høvuðsstaðin.

Hetta er sætta ferð, at Team Rynkeby Føroyar súkklar til París úr Føroyum. Endamálið er at varpa ljós á børn, ið hava lívshættisligar sjúkur og teirra familjur, og í hesum sambandi savna súkklararnir pening inn til barnakrabbamein.

Ferðin byrjaði hósdagin 25. juni, tá 54 súkklarar fóru avstað úr Føroyum. Her ber til at síggja eitt videobrot av løtuni, tá føroysku Rynkeby-súkklararnir komu á mál.

<iframe src="https://www.facebook.com/plugins/video.php?href=https%3A%2F%2Fwww.facebook.com%2FFM1tittradio%2Fvideos%2F1402752736529977%2F&amp;show_text=0&amp;width=267" width="267" height="476" style="border:none;overflow:hidden" scrolling="no" frameborder="0" allowtransparency="true" allowfullscreen="true"></iframe>