Video: Her hálar HB inn á B36

Her ber til at síggjan samandrátt frá 3-0 sigrinum hjá HB á B68

Í gjár vann HB 3-0 á B68 í Gundadali. Poul Ingason, Pál M. Joensen og Fróði Benjaminsen skoraðu málini. Tvey komu í fyrra hálvleiki og eitt kom í seinna hálvleiki.

 

Les eisini: Ljóðsamrøða við Heðin Askham(HB) og André Olsen (B68)

 

Fyri HB fekk sigurin størri týdning, tá KÍ stutt seinni veitti teimum eina hjálpandi hond í FM stríðnum við at vinna 1-0 á B36. Nú er munurin upp til B36 minkaður niður í fýra stig.

 

Les eisni: Video: Samandráttur B36-KÍ 0-1

 

B68 liggur aftast í Effo-deildini við tíggju stigum og fær torført við at bjarga sær. 12 stig eru upp til niðurflytingarstrikuna.Seks umfør eru eftir av landskappingini.

 

B36-KÍ 0-1 (0-0)

0-1: Bárður J. Heinesen 87.