Video: Her fer byggitilfar á flog

Her kanst tú síggja upptøku, tá ið byggitilfar í nátt fór á flog í Klaksvík

Í nátt vórðu boð eftir sløkkiliðnum í Klaksvík, tí vindurin var farin at rykkja í byggitilfar, sum stóð á takinum á gamla Spinnarínum í Borðoyavík, har umvælingar verða gjørdar.

Talan var um byggitilfar av lættara slagnum at bjálva við, og nakað av tí feyk millum húsini í grannalagnum.

Omanfyri kanst tú síggja upptøku, sum Vivi Hildebrandsdóttir Fossá.