Video: Her eru málini í Sarpugerði

Her ber til at síggja samandrátt frá dystinum millum Víking og B36

Meistararnir úr Víkingi høvdu vitjan av B36, og her vóru tað gestirnir, ið komu best frá byrjan við einum máli frá Lukasz Cieslewicz til 1-0 tá ið eitt lítið korter var spælt. Tað var nakað rokaligt til tíðir, og liðini løgdu nógv fyri.

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja samandráttin

 

Tá ið smáir 20 minuttir vóru eftir, var Gunnar Vatnhamar hægstur á einum frísparksinnleggi og stútaði bóltin í mál til 1-1. Hetta gjørdist eisini úrslitið.

 

Víkingur – B36 1-1 (0-1)

0-1: Lukasz Cieslewicz, 13.

1-1: Gunnar Vatnhamar, 71.