Video: Her eru málini frá kvinnudystunum um vikuskiftið

Øll málini, ið vórðu skoraði í teimum trimum dystunum í 10. umfari í fremstu deildini hjá kvinnum, kunnu nú síggjast í FSF Varpinum

Í gjár var fult umfar í Betri deildini hjá kvinnum. Klaksvíkskvinnur halda fram við at vinna, og hesaferð varð felagsliðið av Skála og úr sundalagnum sent av við vøllinum við ongum.

Eisini NSÍ og HB vunnu sínar dystir í 10. umfari í Betri Deildini hjá kvinnum. Á Tórsvølli vann NSÍ 1-0 á B36, og í Gøtu vann HB 2-1 á ÍVB.

Í FSF Varpinum ber til at síggja øll átta málini, sum farna sunnudag blivu skoraði í fremstu deildini hjá kvinnum.

##med2##