Video: Hepni sigurin hjá B36

Her ber til at síggja málið hjá B36 og teir nógvu brendu møguleikarnir hjá NSÍ

B36 helst fast um oddasessin í Effo-deildini við at vinna 1-0 á NSÍ við Løkin í gjár. Adeshina Lawal skoraði einsamalla málið í dystinum stutt fyri hálvleik.

 

Les eisini: Sámal Erik: NSÍ vóru nógv betri

 

Sjálvt um B36 vann, so var tað NSÍ, sum var greitt omaná leikliga. Serliga í seinna hálvleiki stóð nógv á, men bæði stengur og yvirleggjarin stóði í vegin.

 

Les eisini: Teitur dugur ikki at tippa

 

B36 revsaði NSÍ, á teir gjørdu eina feil avlevering í uppspælinum. Tað endar við, at Adeshina Lawal skorar til 1-0.

 

Les eisini: B36 er aftur á tindinum

 

Í seinna hálvleiki hevði NSÍ fleiri upplagdar møguleikar, men inn vildi bólturin ikki. Serliga Klæmint A. Olsen og Meinhard E. Olsen brendu stórar møguleikar, tá teir raktu stengurnar.

 

Les eisini: (Video) Samandráttur frá B68-KÍ 5-3

 

Við sigrinum heldur B36 fast um oddasessin í føroyskum fótbólti.

 

NSÍ – B36 0-1 (0-1)

0-1 Adeshina Lawal, 39

Dómari: Petur Reinert

 

NSÍ: Andras Gango – Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen(Debes Danielsen, 79.min), Monrad Holm Jacobsen, Einar Tróndargjógv – Magnus H. Olsen, Sjúrður Jacobsen – Andy Olsen, Jann Martin Mortensen(Haraldur R. Højgaard, 65.min), Árni Frederiksberg(Meinhard E. Olsen 79.min) – Klæmint A. Olsen

 

Gul kort: Einki

 

B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Andrias Eriksen, Alex Mellemgaard(Benjamin Heinesen, 88.min) – Klæmint Matras(Eli F. Nielsen, 67.min), Róaldur Jakobsen – Jákup á Borg(Høgni Midjord, 13.min), Lukassz Cieslewicz, Hanus Thorleifsson – Adeshina Lawal