Tá Páll Augustinussen bríkslaði fyri síðstu ferð var úrslitið var 1-1. NSÍ legan fegnast um at hava vunnið eitt stig, og í KÍ leguni er hýrurin ikki góður. Henry Heinesen legði KÍ framum í 26. minutti, og leiðslan helt sær, inntil tíðin var um at vera farin og reiðiliga tað.
Les eisini: KÍ misti á stokkinum
Í síðstu sekundunum eydnaðist tað NSÍ at javna. Málið skoraði innskifti Debes Danielsen, sum við høvdinum stýrdi bóltin í málið, eftir at innskifti Meinhard E. Olsen hevði lagt innfyri úr høgru.
Einki var at siga til, at tey í heimaleguni vóru ovurfegin. Allan 2. hálvleik var tað KÍ, sum var omaná. NSÍ legði nógvar sendingar fram í KÍ brotsteigin, har Jonas Flindt Rasmussen og Sørmundur Kalsø vunnu luftspælið.
Les eisini: Eyðun undrast á nógvu eykatíðini
KÍ er á øðrum plássi við 13 stigum fyri 7 dystir, og NSÍ er á fjórða plássi við 11 stigum fyri 7 dystir.
NSÍ-KÍ 1-1 (0-1)
0-1: Henry Heinesen 26.
1-1: Debes Danielsen 90.+4.
Dómari: Páll Augustinussen
NSÍ: Andras Gango – Jónhard Frederiksberg, Per Langgaard, Jákup Andrias Gaardbo (Debes Danielsen, 82.), Einar Tróndargjógv – Magnus H. Olsen, Sjúrður Jacobsen (Haraldur R. Højgaard, 72.) – Andy Olsen, Jann Martin Mortensen (Meinhard E. Olsen, 64.), Árni Frederiksberg – Klæmint A. Olsen
Gult kort: Árni Frederiksberg, Jann Martin Mortensen
KÍ: Meinhardt Joensen – Johan Jacobsen, Sørmundur Kalsø, Jonas Flindt Rasmussen, Tórur Justesen – Atli Danielsen, Ndende Adama Guéye – Henry Heinesen (Heðin Klakstein, 82.), Hjalgrím Elttør, Heðin á Lakjuni (Álvur F. Christianen, 74.) – Páll A. Klettskarð (Rodrigo Silva, 90.)
Gult kort: Jonas Flindt Rasmussen, Atli Danielsen, Hjalgrím Elttør