Helsingborg hevur leingi longst eftir einum sigri í Allsvenskuni aftaná fleiri javnleikir og nøkur tap, og loksins kom Helsingborg á vinnaraslóðina aftur ígjár við einum 3-2 heimasigri á Norrkøping.
Brandur H. Olsen kom á vøllin í 84. minutti. Tá var Helsingborg á odda 3-2. Helsingborg var á odda 2-1 í steðginum. Sigursmálið kom fáar minuttir áðrenn Brandur kom á vøllin.
Við sigrinum fekk Helsingborg togað seg røttumegin niðurflytingarstrikuna, har liðið nú hevur 13 stig. Tó er bert eitt stig niður á 14. plássi, ið er skeivu megin niðurflytingarstrikuna.
Komandi hóskvøld spælir Helsingborg móti Sirius á útivølli.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá 3-2 sigrinum hjá Helsingborg á Norrkøping:
##med2##