Tað hevur gingið rættiliga væl hjá føroyska landsliðsspælaranum, Jóan Símun Edmundssyni og liðfeløgunum í Arminia Bielefeld í aðru bundesligu í Týsklandi síðani vetrarsteðgin.
Í dag vann Arminia Bielefeld 1-0 á Darmstadt á heimavølli. Fabian Klos skoraði sigursmálið hjá Arminia Bielefeld fimm minuttir undan steðginum.
Síðani vetrarsteðgin hevur Arminia Bielefeld vunnið fýra, spælt ein javnan og hava tapt ein dyst. 13 av 18 stigum má sigast at verða góðkent í mun til verru gongdina sum var áðrenn vetrarsteðgin. Arminia hevur eisini klatrað væl á stigatalvuni, og nú eru 11 stig niður til niðurflytingarstrikuna. Tó eru 13 stig upp til uppflytingarstrikuna.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum millum Arminia Bielefeld og Darmstadt. M.a. sæst eitt gott hornaspark hjá Jóan Símuni, ið førdi til ein góðan málmøguleika.
Komandi leygardag spælir Arminia Bielefeld útidyst ímóti oddaliðnum, og gamla stórliðnum, FC Køln.
Støðan:
livescore.com
1
24
29
48
2
24
18
44
3
23
5
44
4
24
6
43
5
24
11
39
6
24
8
39
7
24
17
38
8
24
2
36
9
24
-1
31
10
24
-1
31
11
24
1
29
12
23
-16
29
13
24
-9
27
14
24
-10
26
15
24
-12
22
16
24
-18
20
17
24
-16
19
18
24
-14
17










