Video: HB-Víkingur 2-1

HB vann í gjár umstríddan 2-1 sigur á Víkingi, sum ikki metti at 2-1 málið átti at standa

HB vann í gjár 2-1 á Víkingi í 9. umfari í Effo-deildini. Tað var nógvur dramatikkur móti dystarenda, tá HB legði seg á odda 2-1. Víkingarnir mettu, at Geza Turi bleiv skumpaður í støðuni.

 

Til ber at síggja samandráttin við at trýsta á pílin á myndini

 

Løtu seinnu fekk Atli Gregersen beinleiðis reytt kort, fyri at tveita seg í eina takling við málverjan hjá HB, Teit M. Gestsson.

 

Les eisini: Klárt fríspark til Geza

 

Tað var annars HB, sum kom á odda við málið, sum Levi Hanssen skoraði. Í seinna hálvleiki legði Víkingur trýst á og javnaði við málið, sum Finnur Justinussen skoraði.

 

Les eisini: Týdningarmikið at vinna í dag

 

Tríggjar minuttir fyri tíð skoraði HB avgerandi málið, tá Alex José dos Santos hegnisliga legði bóltin í eitt tómt mál, eftir at Geza Turi hevði verið á bóltinum.