Heini Vatnsdal og Bárður J. Hansen vóru við frá byrjan, tá Fremad Amager á útivølli spældi javnleik 1-1 ímóti HB Køge. HB Køge kom á odda longu tá fýra minuttir vóru farnir. Mike Mortensen javnaði fyri Fremad Amager, tá 70 minuttir vóru farnir, og tryggjaði Fremad Amager eitt stig. Talan er um fjórða javnleikin hjá Fremad Amager í fimm dystum hetta kappingarárið.
Fremad Amager liggur triðaftast í næstbestu donsku fótbóltsdeildini við fýra stigum. Komandi sunnudag klokkan 12.45 tekur Fremad Amager ímóti Skive á leikvøllinum í Sundby.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum millum HB Køge og Fremad Amager.
Tað er YouTube rásin hjá HB Køge, sum hevur lagt hæddarpunktini út. Fremad Amager spældi í grønum hendan dystin.