Video: HB er fyribils oddalið

Her ber til at síggja málini og samandráttin frá dystinum millum HB og Skála

Við 2-0 sigri á heimavølli ímóti Skála hevur HB í dag vunnið seg upp á toppin í Effo-deildini. Tað vóru royndirnar og tyngdin, sum at enda vóru avgerandi. Pál Mohr Joensen setti hol á eftir lítlan hálvan tíma í fyrra hálvleiki, og tað var Fróði Benjaminsen, sum eftir lítlan hálvan tíma í øðrum hálvleiki økti um leiðsluna.

 

Síggj samandráttin við at trýsta á pílin á myndini

 

Hugburðurin hjá skálamonnum var, at teir høvdu alt at vinna og einki at tapa. Gestirnir vóru fyrsta hálva tíman bæði í fyrra og seinna hálvleiki sera bragdligir, og í fleiri førum var tað um reppið, at Skála skoraði. At tað ikki eydnaðist komst av, at skálamenn ikki vóru nóg neyvir í avgerandi støðunum og ikki minni orsaka av, at HB málverjin, Teitur M. Gestsson, vísti fleiri framúr góðar bjargingar.

 

Les eisini: HB er nú oddalið

 

HB var alla tíðina meiri á bóltinum, og bæði sum 1. og 2. hálvleikur leið, fór luftin eitt sindur úr gestunum, og harvið varð tað at enda ikki so stórur spenningur um, hvussu tað fór at enda.

 

Les eisini: B36 fær ikki stig í Runavík

 

Heimaliðið syrgdi fyri tí, sum var neyðugt fyri at vinna øll stigini og harvið oddasessin. HB hevur nú 21 stig, og B36 hevur 20 stig.

 

Les eisini: Vit flyta ikki niður

 

HB-Skála 2-0 (1-0)

1-0: Pál Mohr Joensen 27.

2-0: Fróði Benjaminsen 75.

 

Dómari: Petur Reinert

 

HB: Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen (Levi Hanssen, 74.), Rógvi S. Holm, Jóhan Troest Davidsen, Pál Mohr Joensen – Fróði Benjaminsen (Tróndur Jensen, 78.), Christian R. Mouritsen, Heini Vatnsdal – René S. Joensen, Andrew av Fløtum, Kristin R. Mouritsen (Símun Samuelsen, 65.)

 

Gult kort: eingin

 

Skála: Mark Ryutin – Jákup Johansen, Pætur Dam Jacobsen, Petur Pauli Mikkelsen, Teitur R. Joensen - Jákup Johansen (Karstin Justesen, 89.), Andras Frederiksberg (Hendrik á Fríðriksmørk, 81.), Edvin Jacobsen, Ólavur Mikkelsen, Holgar Durhuus (Uni Jacobsen, 89.) - Brian Jacobsen

 

Gult kort: eingin