VIDEO: Harry Kane tók málmetið hjá Jimmy Greaves

(Video) Síggj hæddarpunktini frá søguliga dystinum Tottenham-Manchester City 1-0 (1-0)

Tottenham vann sunnudagin ein sera týdningarmiklan 1-0 sigur á Manchester City á heimavølli í Premier League.

 

Umframt at vera ein týdningarmikil sigur fyri at røkka fýra teimum fremstu plássunum í Premier League, so gjørdist eisini talan um ein ógvuliga søguligan dyst. 

 

Tá Harry Kane skoraði sigursmálið longu í 15. minutti tók hann málmetið hjá Jimmy Greaves, sum tann spælarin sum hevur skorað flest mál fyri Tottenham.

 

Millum 1961 og 1970 skoraði Jimmy Greaves 266 mál fyri Tottenham í liguni, steypakappingum og í evropeiskum dystum. Í 53 ár var Jimmy Greaves sum doyði í 2021 søguligi toppskjúttin hjá Tottenham.

 

Málið hjá Harry Kane ígjár var mál nummar 267 í Tottenham-troyggjuni. 

 

Málið var eisini mál nummar 200 hjá Harry Kane í Premier League. Alan Shearer eigur metið við 260 málum, og Wayne Rooney er næstfremst við 208 málum. 

 

HER  ber til at síggja søguliga málið hjá Harry Kane:

 

##med2##