Tað vóru ikki bara KÍ og Molde, ið møttust ígjár.
Kendastu vinnulívsmennirnir í Klaksvík og í Molde, ið báðir hava eitt stórt fótbóltshjartað, Hanus Hansen og Kjell-Inge Røkke møttust eisini uttanfyri vøllin. Tað sæst á myndini omanfyri, har Jákup í Stórustovu eisini íðin sæst fortelja Røkke eitthvørt.
Røkke var komin til Føroya við privatflogfari, og var rættuliga skjótur avstað aftur. Hann hevur gjørt nógvar íløgur í Molde FK, og tí er givið, at tað fer ikki at koma væl við hjá honum um KÍ fullførir sensasjónina komandi týskvøld.
Tað slapst heldur ikki undan, at norska TV2 nevndi Røkke, tá teir tóku samanum 2-1 sigurin hjá KÍ á Molde í minniliga dystinum á Tórsvølli ígjár.
HER sæst samanumtøkan hjá norska TV2, ið tó mest snúði seg um tað sum fór fram á vøllinum.











