Video: Hamferð í rundkoyringini í Eysturoyartunnlinum

Hoyr Hamferð spæla sangin "Evst" sum duo her

Føroyski tungmálmsbólkurin Hamferð hevur verið ein túr í Eysturoyartunnlinum og tikið eitt nýtt videolag upp. Videolagið er til sangin "Evst", sum upprunaliga kom út í 2013 á fløgu undir sama navni.

Nú hava teir báðir Hamferð-limirnir Jón Aldará (sang) og Theodor Kapnas (guitar) spælt sangin framman fyri flotta listarverkinum hjá Trónda Patursson í rundkoyringini í Eysturoyartunnlinum, har ljósið er heilt serstakt.

Løtan er tikin upp á video, og hesum hevur Rúni Friis Kjær staðið á odda fyri. Súni Joensen hevur verið ljóssniðgevi, og Theodor Kapnas hevur syrgt fyri ljóðinum.

Til ber at síggja videolagið á youtube-síðuni hjá Hamferð, sum vit leinkja til her:

##med2##