Hallur Hansson og AC Horsens halda fram at vinna í Superliguni, sum nú er farin í endaspælið. AC Horsens vann um vikuskiftið heili 3-0 á útivølli móti Randers FC og kann enn vinna seg í Europa League – men vegurin er langur.
Hallur Hansson staðfesti sigurin í Randers, tá hann skoraði til 3-0 fimm minuttir fyri tíð, eftir at Jonas Thorsen hevði skorað til bæði 1-0 og 2-0. Eitt av teimum eftir upplegg frá føroyska landsliðsmiðvallaranum, sum er liðskipari hjá AC Horsens.
- Vit hava spælt nógvar dystir og skráin er tøtt, so tað er ikki óhugsandi at vit spara nakar spælarar, men vit satsa upp á at sleppa út í Evropa, sigur Bo Henriksen, venjari hjá AC Horsens.
##med2##
AC Horsens er, nú tað mangla tveir dystir í hesum umfarinum, nummar eitt í niðurflytingarbólki 2. Nummar eitt og tvey í niðurflytingarbólki 2 møta nummar tvey og eitt í niðurflytingarbólki 1. Síðani møtast vinnararnir av teimum uppgerðunum og vinnari av finaluni í niðurflytingarspælnum sleppur at spæla ein dyst á útivølli móti nummar trý í meistarabólkinum. Vinningurin er eitt pláss í Europa League.
Also skal AC Horsens fyrsta spæla tveir dystir í núverandi bólkinum, fyri at finna útav um teir ella Randers FC blíva nummar eitt ella tvey. Síðani skal AC Horsens vinna uppgerðina móti liðinum teir møta úr niðurflytingarbólki 1, hartil skal AC Horsens síðani vinna aftur í finaluni í niðurflytingarstríðnum. Ikki fyrr enn teir dystirnir eru vunnir, so sleppur AC Horsens at spæla um at koma í Evropa.
##med3##