TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum í donsku superliguni í Herning millum FC Midtjylland og AC Horsens við Halli Hanssyni á liðnum.
FC Midtjylland vann 5-2, men í steðginum var javnleikur 2-2, og eitt skiftið í fyrra hálvleiki var AC Horsens á odda 2-1. Tað var nevnliga Hallur Hansson, sum legði AC Horsens á odda 2-1 við einum góðum skoti.
Hallur Hansson er neyvan glaður fyri 2-5 ósigurin, men hann kann so ugga seg við, at hann legði navn til eitt gott mál fyri AC Horsens.










