TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum í donsku superliguni millum Vejle og AC Horsens.
Tað vóru tríggir føroyingar á vøllinum í kvøld, tá ið Vejle og AC Horsens dystaðust í Superliguni. Sonni Ragnar Nattestad byrjaði inni hjá AC Horsens, og tað sama gjørdi Viljormur Davidsen hjá Vejle.
Vejle var á odda 2-0 í hálvleikssteðginum við málum frá Melker Hallberg og Rasmusi Lauritsen. AC Horsens-venjarin, Bo Henriksen, valdi at seta Hall Hansson inn frá byrjan í seinna hálvleiki, og tað gjørdi mun.
Tað var nevniliga minni enn ein minuttur farin av seinna hálvleiki, tá ið Hallur Hansson longu hevði minkað til 2-1. Hetta gav AC Horsens eina vón, men eitt korter seinni økti Adam Jakobsen til 3-1 til Vejle.
Støðan:
1
15
19
34
2
15
21
32
3
15
4
25
4
15
2
20
5
15
0
20
6
15
-7
20
7
15
2
18
8
15
-1
18
9
15
-1
18
10
15
-6
18
11
15
2
17
12
15
-7
15
13
15
-9
15
14
15
-19
12