Tað hevu gingist misjavnt hjá liðskiparanum, Halli Hansson og liðfeløgunum á AC Horsens, men í dag koppaði tað rætta vegin hjá Halli og liðfeløgunum.
Á heimavølli á CASA leikvøllinum í Horsens vann AC Horsens 2-1 á Lyngby. Lyngby var á odda 1-0 í steðginum, men AC Horsens stríddi seg til ein sigur í seinna hálvleiki.
AC Horsens – Lyngby 2-1 (0-1)
0-1 Frederik Gytkjær (41.)
1-1 Louka Prip (69.)
2-1 Jonas Thorsen (87.)
Komandi dystur hjá AC Horsens verður móti SønderjyskE á útivølli, fríggjakvøldið 13. september. Hallur Hansson skal nú heim til Føroya fyri at gera klárt til EM-undankappingardystin móti Svøríki komandi hóskvøld.
Her ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum AC Horsens og Lyngby:
##med2##
Støðan:
Lið: | |||
FC Midtjylland | 8 dystir | 11:2 | 22 stig |
FCK | 8 | 15:6 | 21 |
AaB | 8 | 15:7 | 13 |
FC Nordsjælland | 8 | 14:11 | 13 |
Brøndby | 8 | 13:11 | 13 |
AGF | 8 | 9:6 | 11 |
OB | 8 | 10:9 | 11 |
SønderjyskE | 8 | 10:9 | 10 |
Lyngby | 8 | 8:13 | 9 |
AC Horsens | 8 | 7:16 | 9 |
Randers | 8 | 10:11 | 8 |
Hobro | 8 | 9:11 | 8 |
Esbjerg | 8 | 4:12 | 5 |
Silkeborg | 8 | 10:21 | 3 |