Talan gjørdist um fulla spælitíð til føroyska landsliðsspælaran, Hall Hansson, tá lið hansara, AC Horsens vann 1-0 á Esbjerg á útivølli. Dysturin var spældur fyrr í dag.
Talan er um fyrsta sigurin hjá AC Horsens í superliguni í 2017. Frederik Møller skoraði sigursmálið fyri AC Horsens aftaná hornaspark. Sigursmálið kom í 72. minutti.
Sigurin merkir, at AC Horsens fyribils er nummar tvey í niðurflytingarbólki 1. Tvey tey ovastu liðini í báðum niðurflytingarbólkunum skulu dystast um eitt pláss til Europa League, og tí var sigurin sera týdningarmikil.
Komandi leygardag spælir AC Horsens aftur ímóti Esbjerg. Hesaferð á heimavølli í Horsens. Týskvøldið tekur OB ímóti Randers FC í sama bólki.
Støðan í niðurflytingarbólki 1, har liðini hava fingið stigini við sær frá teimum innleiðandi umførunum:
| 1 | Randers FC | 2 | 1 | 1 | 0 | 28 - 32 | 37 | |
| 2 | AC Horsens | 3 | 1 | 1 | 1 | 30 - 47 | 33 | |
| 3 | OB | 2 | 1 | 1 | 0 | 29 - 32 | 32 | |
| 4 | Esbjerg fB | 3 | 0 | 1 | 2 | 28 - 52 | 25 |










