Hallur Hansson fekk fulla spælitíð tá hann og liðfelagarnir í AC Horsens taptu 1-2 móti Randers FC á útivølli í kvøld. Øll málini komu teir fyrstu 25 minuttirnar av dystinum.
Alexander Ludwig legði AC Horsens á odda tá 12 minuttir vóru farnir av dystinum tá hann fekk eina óvæntaða sending frá Jonas Thorsen. Men 13 minuttir seinni hevði Randers FC skorað tvær ferðir.
Sambært heimasíðuni hjá AC Horsens hevði útiliðið nógvar málmøguleikar í seinna hálvleiki, ið vóru skammiliga misnýttir.
AC Horsens liggur nú triðaftast í donsku superliguni við 10 stigum fyri 10 dystir.
Komandi mánakvøld vitjar Esbjerg, ið bert hevur fingið átta stig í kappingini higartil á CASA leikvøllinum í Horsens.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Randers FC og AC Horsens:
##med2##










