Hallur Hansson fekk 78 minuttir á vøllinum, tá hann og liðfelagarnir í AC Horsens ígjárakvøldi leiktu javnleik 2-2 á útivølli ímóti Silkeborg í dysti í donsku superliguni. AC Horsens hevði leingi sigurin í hondum, men Silkeborg javnaði til 2-2 fáar minuttir undan leikloki.
Silkeborg IF – AC Horsens 2-2 (1-2)
1-0 Marc Rochester Sørensen (27.)
1-1 Jonas Thorsen (30.)
1-2 Ayo Simon Okosun (45.)
2-2 Mate Vatsadze (84.)
Sunnudagin 19. november verður føroyingauppgerð á CASA leikvøllinum í Horsens. Tá taka Hallur Hansson og liðfelagarnir ímóti OB, sum hevur Jóan Símun Edmundsson á liðnum.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum Silkeborg-AC Horsens 2-2 (1-2). AC Horsens spældi í svørtum búnum ígjár.
Støðan:
1
15
14
32
2
14
17
30
3
14
10
29
4
14
6
23
5
14
10
22
6
15
3
22
7
14
4
21
8
14
-6
17
9
14
-5
16
10
14
-11
14
11
15
-12
14
12
14
-3
12
13
15
-16
12
14
14
-11
8