Hallur Hansson spældi allan dystin tá lið hansara, AC Horsens á útivølli tapti greitt 0-2 móti FC Keypmannahavn í Parkini.
FC Keypmannahavn skoraði síni mál innanfyri tvey mál innanfyri tveir minuttir miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og hevði møguleikarnar til at skora enn fleiri mál.
Hallur fekk eitt gult kort í fyrra hálvleiki. BT gevur Halli 4 í karakteri fyri avriki í dag.
AC Horsens er framvegis næstaftast í donsku superliguni við bert seks stigum. Átta stig eru upp til Vejle, ið hevur 14 stig.
Komandi sunnudag tekur AC Horsens móti AGF á heimavølli.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum FC Keypmannahavn og AC Horsens:
##med2##