VIDEO: Hallur legði upp til vakurt mál hjá Vejle

(Video) Síggj hvussu Hallur Hansson var við til at tryggja Vejle eitt stig móti FC Midtjyllandi

Frøin er stór í Vejle aftaná heimadystin móti toppliðnum, FC Midtjylland mánakvøldið.

 

Tá 93 minuttir vóru farnir var støðan 1-0 til FC Midtjylland. Tá sendi Hallur Hansson eitt framúr gott innlegg inn í brotsteigin hjá FC Midtjyllandi, og har tók Luka Djordjevic av og stútaði bóltin í netið til 1-1.

 

Vejle er framvegis aftast í Superliguni við níggju stigum, men stigið móti FC Midtjyllandi hitar í vetrarkuldanum.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini. Njótið framúr góði innleggið hjá Halli:

 

##med2##