TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini av dystinum millum AC Horsens og Lyngby í donsku superliguni, sum var leiktur farna vikuskiftið. AC Horsens vann 2-1 við einum sigursmáli, sum íslendski Kjartan Finnbogason skeyt heilt ímóti dystarenda.
Føroyski landsliðsspælarin, Hallur Hansson hevði tvær góðar royndir á málið hjá Lyngby, og við eitt sindur av hepni hevði Hallur Hansson fingið sítt fyrsta mál fyri AC Horsens í superliguni.
AC Horsens liggur nummar níggju av teimum 14 liðunum í superliguni við sjey stigum. Komandi sunnudag klokkan 13 er føroyingauppgerð í Odense millum OB og AC Horsens, har vónandi bæði Jóan Símun Edmundsson hjá OB, og Hallur Hansson verða við frá byrjan.









