Tað gekk av skriðuni hjá AC Horsens ímóti FCK á heimavølli í dag. Tað endaði við, at AC Horsens tapti heili 1-6.
Um dystin skrivaði Jóannes Hansen á in.fo fyrr í dag: "Hallur Hansson var millum teir fyrstu ellivu á liðnum hjá AC Horsens ídag, og føroyski landsliðsspælarin var enn einaferð málskjútti.
Avrikið hjá honum varð roknað at vera tað besta á heimaliðnum, og Hallur var aftur í dag valdur at vera dagsins maður hjá AC Horsens.
Í síðsta minutti undan steðginum minkaði hann um munin til 2-1. Tað var eftir horna úr høgru og umvegis tvørtræið. Hetta var sætta málið hjá Halli í superliguni í hesum kappingarárinum. Horsens hevur spælt átjan dystir.
Málið hjá Halli Hansson mundi birta mót í heimaleguni, sum longu í 21. minutti misti ein mann og tískil var undirmannað. Lítla løtu eftir útvísingina skoraði FCK tvey mál.
Eftir steðgin helt heimaliðið tørn í tjúgu minuttir, men seinna partin av seinna hálvleiki skoraði FCK fýra mál og vann tískil 6-1."
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og síggj málini sum komu í dystinum millum AC Horsens og FCK.
AC Horsens – FC København 1-6 (1-2)
0-1 Robert Skov (23.)
0-2 Dame N’Doye (28.)
1-2 Hallur Hansson (45.)
1-3 Jonas Wind (64.)
1-4 Robert Skov (66.)
1-5 Jonas Wind (75.)
1-6 Robert Skov (90.)
Komandi sunnudag spælir AC Horsens ímóti AaB á útivølli. Seinasti dysturin hjá AC Horsens í hesum árinum verður á heimavølli sunnudagin 16. desember. Tá kemur FC Midtjylland á vitjan. Eftir hetta verður steðgur til 10. februar, tá superligan fer í gongd aftur.
Støðan:
1
18
25
41
2
18
26
38
3
18
7
27
4
18
4
27
5
18
0
26
6
18
3
25
7
18
-11
24
8
18
-6
22
9
18
1
21
10
18
-1
21
11
17
-4
18
12
18
-12
16
13
17
-12
16
14
18
-20
15