VIDEO: Hákun besti høgru vongur í EM-undankappingini hesaferð

(Video) Evropeiska hondbóltssambandið hevur valt bestu leikararnar í 5. og 6. umfarinum í EM-undankappingini

Fyri hvørt dupultumfar í EM-undankappingini hjá monnum hevur evropeiska hondbóltssambandið, EHF valt teir sjey leikararnar sum hava avrikað best hesi bæði umførini.

 

Fyri tvey tey seinastu umførini hevur EHF kosið Hákun West av Teigum at vera tann besta høgra vongin av øllum.

 

Tað er ikki smávegis heiður hjá Hákuni at fáa.

 

HER er videobrotið sum EHF hevur framleitt um teir sjey leikararnar tey hava valt at vera teir bestu í 5. og í 6. umfarinum í EM-undankappingini:

##med2##