VIDEO: Hæddarpunkt: Streda-Víkingur 2-0 (2-0)

(Video) Síggj hæddarpunktini Streda hevur lagt út á YouTube

Víkingur tapti eisini seinna dystin móti slovakiska liðnum, Streda 0-2 í øðrum umfarinum í Europa Challenge League kappingini. Talan gjørdist sostatt um eitt samlað 0-4 tap. Víkingur hevur tó skaffað føroyska UEFA-roknskapinum tveir sigrar, og í heimadystinum kundi Víkingur fingið stig um marginalarnir høvdu verið við.

 

Í kvøld var talan um tvey mál, sum vórðu skorað við langskotum. Í báðum førum var tað við skotum av brotsteigarmarkinum ella har á leið. Í fyrra førinum streyk bólturin eftir vøllinum, og kanska tók hann í ein av verjuspælarunum og snýtti Bárð á Reynatrøð, sum tveitti seg til høgru og fekk hondini á, men ikki nóg mikið at verja fyri 1-0 málinum. Og í seinna førinum var tað eftir eitt tvey samanspæl eitt lítið vet til høgru. Bólturin varð sendur høgt ímóti málinum, og málverjin fekk hondina á bóltin, men ikki nóg mikið fyri at stýra hann út um stólpan.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá Streda-Víkingur 2-0 (2-0), ið YouTube rásin hjá Streda hevur lagt út: 

 

##med2##