VIDEO: Hæddarpunktini frá dystinum hjá Íslandi

(Video) Síggj málini hjá Nigeria og brenda brotssparkið hjá Gylfa Sigurðssyni

Ahmed Musa gjørdist munurin, tá Nigeria vann 2-0 á Íslandi í HM-bólki D seinnapartin í dag. Hann skoraði bæði málini fyri Nigeria.

 

HERber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Nigeria og Ísland.

 

Pætur Albinus tók soleiðis samanum á in.fo fyrr í dag: "Ísland var betra liðið í fyrra hálvleiki, og teir byrjaðu alt fyri eitt at hótta málið hjá Nigeria. Eitt nú hevði eitt fríspark hjá Gylfa Sigurðssyni kós ímóti máhorninum, men nigerianski málverjin bjargaði, og so átti Ísland eisini nøkur vandamikil innlegg, ið vóru ógvuliga tætt við at verða prikað í netið. Nigeria, hinvegin, hevði einki skot - hvørki á mál ella við síðuna av- í fyrra hálvleiki.


Hóast gongdina, so var tað Nigeria, sum legði seg á odda stutt eftir steðgin. Teir settu eitt mótálop í gongd, og eftir eina frálíka temjing og eitt gott skot sendi Ahmed Musa bóltin í málið til 1-0 til Nigeria. Hetta var vátur vøttur til íslendingar, sum annars høvdu fullkomið tamarhald á dystinum.


Vanliga er tað Ísland, sum við góðum stríðsavriki ger tað trupult fyri mótstøðuliðini, men nú vóru tað brádliga teir sjálvir, sum høvdu fyri neyðini at skapa málmøguleikar og mál. Og tað gekk illa hesa løtuna. Heldur var tað Nigeria, sum økti um leiðsluna. Ein væl upplagdur Ahmed Musa gagnnýtti væl av plássi, og eftir at hava rikið íslendsku verjuna av, potaði hann bóltin í netið til 2-0.


Ísland spenti álopsbogan síðstu løtuna, og tað kastaði eitt brotsspark av sær, tá ið VAR-skipanin peikaði á at Alfreð Finnbogason varð feldur í brotsteiginum. Gylfi Sigurðsson varð settur at skjóta, men ólíkt honum, so skeyt hann upp um. Ein gyltur málmøguleiki, sum varð misnýttur, og hóast Ísland fekk onkran møguleika afturat, so komu ikki fleiri mál og Nigeria vann 2-0.


Hetta kom stak illa við hjá Íslandi, sum nú, um teir skulu koma víðari, mugu vinna seinasta dystin í bólkinum ímóti Kroatia samstundis sum Nigeria ikki vinnur á Argentina ella Argentina ikki vinnur ov stóran sigur ímóti Nigeria í mun til Ísland ímóti Kroatia. Hesir báðir avgerandi dystirnir í bólkinum verða spældir týskvøldið kl.19.00."

 

Nigeria – Ísland 2-0 (0-0)

1-0: Ahmed Musa, 49.

2-0: Ahmed Musa, 75.