Hondbóltsfepurin er risastórur í Svøríki.
Í kvøld megnaði svenska manslandsliðið í hondbólti at koppa Danmark í EM-hálvfinaluni í Zagreb í Kroatia. Allar veddingarfyritøkurnar høvdu Danmark sum greiðan favoritt annars.
Í steðginum var Svøríki á odda 16-14. Tá minni enn tveir minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini var Svøríki á odda 28-25, men danskarar megnaðu at fáa trý mál seinastu løtuna, og harvið tryggja sær longda leiktíð.
Í longdu leiktíðini dróg Svøríki longra stráið. Andreas Palicka í svenska málinum hevði ikki færri enn 20 bjargingar, og í svenskum miðlum verður hann útnevndur at verða tann stóra hetjan.
Mikkel Hansen við 12 málum og Rasmus Lauge við 11 málum gjørdu sítt fyri Danmark, men tað rakk ikki. Mattias Zachrisson gjørdist toppskjútti hjá Svøríki við átta málum.
Svøríki spælir EM-finalu ímóti Spania sunnukvøldið klokkan 19.30. Danmark spælir bronsudyst ímóti Fraklandi klokkan 17 sunnudagin.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá tí minniligu EM-hálvfinaluni millum Svøríki og Danmark.
Upptøkurnar eru frá evropeisku hondbóltssamgonguni, EHF.