VIDEO: Hæddarpunkt Kroatia-Ísland 29-22

(Video) Aftaná ein sera góðan fyrra hálvleik fingu íslendingar av at vita í seinna hálvleiki

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá EM-dystinum í hondbólti millum Kroatia og Ísland. Kroatar, sum eru vertir fyri EM-endaspælinum vunnu greitt 29-22, men í fyrra hálvleiki vóru íslendingar væl við, og vóru bert aftanfyri 13-14 í steðginum.

 

Í sama bólki í EM-endaspælinum, bólki A vann Svøríki fyrr í dag 30-25 (16-10) á Serbia.

 

Kroatia hevur fýra stig, Ísland og Svøríki hava tvey stig, og Serbia hevur einki stig.

 

Týsdagin spælir Ísland ímóti Serbia og Kroatia spælir ímóti Svøríki í seinasta umfarinum í bólki A.

 

Hæddarpunktini eru frá YouTube rásini hjá evropeiska hondbóltssambandinum.