Tað var "bara" dysturin um fimta plássið í EM-endaspælinum í manshondbólti, men har stóð nógv uppá spæl í norðurlendsku uppgerðini millum Ísland og Noreg, ið Noreg vann aftaná longda leiktíð.
Noreg vann 34 – 33 eftir tvær ferðir fimm minuttir longda leiktíð. Tá ið vanliga leiktíðin var farin, var støðan 27 – 27.
Noreg vann seg í HM-endaspælið komandi ár við sigrinum. Ísland má spæla tveir play off dystir um rættin at spæla í HM-endaspælinum í Svøríki og Pólandi komandi ár.
HER ber til at lesa tað sum Jóannes Hansen skrivaði um dystin á in.fo.
Gongdin í dystinum: 2:2, 4:6, 5:8, 8:11, 11:14, 12:16, 16:18, 18:21, 21:23, 24:25, 25:26, 27:27.30:30, 33-34.
Ísland – Noreg 33-34 (12-16)
Ísland : Ómar Ingi Magnusson 10, Janus Smárason 8, Elvar Jónsson 6, Bjarki Elisson 5, Sigvaldi Guðjónsson 2, Ýmir Gislason 1, Ólafur Guðmundsson 1.
Noreg : Sander Sagosen 8, Harald Reinkind 6, Christian O´Sullivan 5, Thomas Solstad 5, Kevin Gulliksen 3, Sebastian Barthold 2, Erik Thorsteinsen 2, Kent Tonnesen 1, Kristian Bjornsen 1, Endre Langaas 1.
HER ber til at síggja ein samandrátt av dystinum:
##med2##