Video: Ógvusligur eldur í Plattavirkinum í nátt

Klokkan 02.40 í nátt fekk løgreglan fráboðanir frá fleiri, um at eldur var í á Toftum. Fráboðanirnar komu bæði av Toftum, av Nesi, av Strondum og úr Havnini, sigur vakthavandi.

 

Tað var Plattavirkið niðri á havnalagnum á Toftum, sum brann. Fleiri sløkkiliðsbilar hava arbeitt við at sløkkja eldin, men framvegis rýkur illa av staðnum og roykurin sæst langan veg.

 

Myndirnar í myndasavninum hava lesarar sent okkum.