Ígjárkvøldi leikti Gunnar Vatnhamar sín fyrsta heila dyst fyri Víking Reykjavík, tá Víkingur vann greiðan 3-0 sigur á KR á heimavølli.
Víkingur er einsamalt oddalið í Bestudeildini við níggju stigum fyri tríggjar dystir.
Talan var um trý framúr vøkur mál. Logi Tómasson legði Víking á odda tá ein hálvur tími var farin við einum framúr góðum dundurskoti. Í 57. og í 62 minutti øktu Birnir Snær Ingason og Arnór Borg Guðjohnsen til 2-0 og til 3-0 við væl gjøgnumspældum málum.
HER ber til at síggja málini:
##med2##