Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík vunnu sunnudagin stórsigur 6-0 á ÍBV á heimavølli.
Longu tá 27 minuttir vóru farnir av dystinum var Víkingur á odda 3-0.
Gunnar byrjaði inni og var skiftur út tá 73 minuttir vóru leiktir.
Víkingur er fremst í bestu íslendsku fótbóltsdeildini við 44 stigum. Valur hevur 38 stig og Breiðablik hevur 34 stig.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Víkingur Reykjavík-ÍBV 6-0 (3-0) :
##med2##