Tað gekk av skriðuni hjá íslendskum felagsfótbólti í Europa League ígjár.
Breiðablik tapti á útivølli 2-4 móti Rosenborg, og Víkingur Reykjavík tapti aftaná longda leiktíð 1-2 móti Olimpija Ljubjana á útivølli.
Frægari gekk ikki hjá Gunnari Nielsen og liðfeløgunum í FH, sum á heimavølli á Kaplakrika leikvøllinum á Hafnarfjørðinum tapti 0-2 til Dunajská Streda, ið er liðið hjá ungarska minnilutanum í Slovakia. Dunajská Streda endaði á triðja plássi í Slovakia undanfarna kappingarár. Tey sum eru rundanum Dunajská Streda tykjast ikki at hava sama sjálvforstáilsi sum tey sum eru rundanum Slovan Bratislava.
Dunajská Streda var betri enn FH, og hevði fleiri málmøguleikar enn FH. Tað var ikki nógv Gunnar Nielsen kundi gera við málini hjá Dunajská Streda. Tað fyrra málið var ein avrætting.
Í íslendskum miðlum gremja tey seg sáran um fría fallið hjá íslendsku liðunum, ið nú í úrtøku í evropeiskum dystum eru endaði aftanfyri liðini í Betrideildini.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum FH-Dunajská Streda 0-2 (0-1) :
##med2##