Tað var ein stórur lætti hjá øllum fótbóltshugaðum íslendingum, at kappingin var tikin uppaftur ígjár aftaná ein Korona-steðg.
Føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen vardi málið hjá FH sum vann ein rimmar 2-1 sigur á verandi meistarunum, KR á útivølli.
Sambært dystarfrásøgnini hjá Morgunblaðnum hevði Gunnar nakrar góðar bjargingar í dystinum.
Daníel Hafsteinsson skoraði bæði málini hjá FH. Tað fyrra tá eitt korter var farið, og hitt seinna tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini.
Mánakvøldið tekur FH móti Stjørnuni á heimavølli.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá sigrinum hjá FH á KR á útivølli:
<iframe width="752" height="423" src="https://www.visir.is/player/135010c3-b562-46b6-9edd-227b2c28b591-1597446706249" frameborder="0" scrolling="no" seamless="seamless" allowfullscreen></iframe>