Aftaná Gunnar Vatnhamar var presenteraður sum leikari hjá Víkingi Reykjavík gjørdi YouTube-rásin hjá felagnum eina videosamrøðu við Gunnar, ið fór fram á enskum.
Gunnar segði seg gleða seg stórliga at tørna út fyri Víking Reykjavík í íslendsku kappingini: - Hetta er eitt stórt stig fyri meg, staðfesti Gunnar.
Gunnar gleðir seg til at møta Breiðabliki við Patriki Johannesen og Klæminti A. Olsen og KA við Pæturi J. Petersen. Hann ætlar ikki, at teir skulu vinna á sær.
Spurdur um hann áður hevur fylgt gongdini hjá Víkingi Reykjavík sigur Gunnar, at hann hevur fylgt við gongdini hjá teimum, tá teir hava tikið lut í evropeisku kappingunum.
HER ber til at síggja og hoyra samrøðuna:
##med2##











