Í Grønlandi høvdu tey vónað at vunnið gull í fótbólti fyri fyrstu ferð í oyggjaleikasøguni, men tann dreymurin brast væl og virðiliga. Grønland tapti 0-6 til Manoy í finaluni á Gutavallen í Visby í Gotlandi. Í steðginum var Manoy á odda 2-0.
Grønlendska blaðið, Sermitsiaq staðfestir, at talan var um eitt eyðmýkjandi tap, og sambært blaðnum riggaði einki hjá grønlendingum í finaluni.
Grønlendingar vunnu annars 4-2 á Menorka í hálvfinaluni aftaná brotssparkskapping. Tá var lagið framúr gott á grønlendska hópinum, sum búði á Strand Hotel, har føroysku fjølmiðlafólkini búðu. Í bólkaspælinum vann Grønland 3-0 á Suðuroyggjum, spældi 2-2 ímóti Frøya, og vann ein sera góðan 1-0 sigur á vertsoynni, Gotlandi, sum var ein skelkur fyri heimafólkið.
Grønland hevur tvær ferðir verið í oyggjaleikafinaluni. Í finaluni í 2013 taptu grønlendingar tepurt 0-1 ímóti vertsoynni, Bermuda.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og síggj 5-0 málið hjá Manoy í 6-0 sigrinum.
Grønland vann annars seks heiðursmerki á oyggjaleikunum í Gotlandi, og vóru tey hesi:
Gull:
- Ivik Nielsen og Aqqalu Nielsen, tvímansleikur, borðtennis
Silvur:
- Borðtennis, liðkapping
- Ivik Nielsen einamansleikur, borðtennis
- Sara Lindskov Jacobsen einmansleikur, badminton
- Niels-Frederik Nielsen og Bror Madsen, tvímansleikur, badminton
- Fótbóltur, menn