Video: Gott mál hjá René

(Video) Síggj hæddarpunktini av dystinum Fremad Amager-Vendsyssel FF 1-1 (0-0) við trimum føroyingum á vøllinum

Føroyingauppgerð var í næstbestu, donsku fótbóltsdeildini á leikvøllinum í Sundby á Amager sunnudagin, har Fremad Amager, sum hevði Heina Vatnsdal og Bárð J. Hansen við frá byrjan tók ímóti Vendsyssel FF, sum hevði eina føroyska málhetju í dag. Tað var nevnliga René Shaki Joensen, sum tryggjaði Vendsyssel FF eitt stig í dag, tá hann við einum góðum skoti inni í brotsteiginum hjá Fremad Amager plasseraði bóltin snøgt innanfyri høgru stong. Hetta var í 82. minutti. Fremad Amager kom á odda. Rune Friis legði Fremad Amager á odda, tá ein hálvur tími var farin av dystinum. Heini Vatnsdal var tikin út, tá ein tími var farin av dystinum.

 

Talan er um fyrsta stigið hjá Vendsyssel hetta kappingarárið. Fremad Amager hevur heldur ikki vunnið í fýra teimum fyrstu dystunum. Fremad Amager hevur trý stig fyri fýra dystir. Vendsyssel liggur aftast av teimum 12 liðunum við tí eina stiginum, Fremad Amager liggur triðaftast við trimum stigum. Triðja føroyingafelagið, Vejle er nummar sjey við seks stigum.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum, og ikki minst vakra málið hjá René Shaki Joensen, har hann skýtur fyrstu ferð, og setir bóltin trygt í málið hjá Fremad Amager.

 

Allir tríggir føroyingarnir, sum vóru við í dystinum eru úttiknir til landsliðshópin, sum skal møta Ungarn á Tórsvølli 6. september.

 

Tað er YouTube-rásin hjá Fremad Amager, sum hevur filmað og lagt út hesi hæddarpunktini.