Ígjár spældi liðið hjá Gilla R. Sørensen, Odd áttandapartsfinalu í norsku steypakappingini.
Dysturin var á útivølli móti Molde. Odd fekk eina dreymabyrjan tá Filip Jørgensen legði útiliðið á odda tá 12 minuttir vóru leiktir.
Gilli kom á vøllin tá 79 minuttir vóru leiktir. Molde javnaði til 1-1 tá átta minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.
Í longdi leiktíðini legði Gilli Odd á odda við einum frálíkum stútara tá 105 minuttir vóru farnir, og so var Odd á sigurskós.
Men alt fór í grús hjá Odd seinastu fýra minuttirnar av longdu leiktíðini. Molde javnaði í 116. minutti, og tveir minuttir seinni saksasparkaði Kristoffer Haugen bóltin í netið til sigursmálið 3-2 til Molde. Eitt mál sum verður millum kandidatarnar til ársins mál í Noregi í 2022.
HER ber til at síggja málini sum komu í dystinum.











