Í dag tóku Gilli R. Sørensen og liðfelagarnir í Odd móti Rosenborg í dysti í norsku fótbóltsdeildini.
Dysturin endaði við javnleiki 2-2.
Rosenborg kom á odda tá eitt stórt korter var farið av fyrra hálvleiki. Sjey minuttir undan steðginum skoraði Gilli eitt rimmar mál. Gilli fangaði bóltin uttanfyri brotsteigin hjá Rosenborg, og frá 21-22 metra fjarstøðu hamraði Gilli bóltin upp í málhornið, eitt framúr vakurt mál.
Ólukkutíð fyri Odd legði Rosenborg seg á odda beint undan steðginum.
Leingi var Rosenborg á sigurskós, men í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat javnaði Tobias Lauritsen fyri Odd, og tryggjaði heimaliðnum eitt stig.
Odd eru nú ósigraðir í fimm teimum seinastu dystunum. Odd er nummar sjey í bestu norsku fótbóltsdeildini við 16 stigum.
Komandi sunnudag spælir Odd móti Molde á útivølli.
Her ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Odd og Rosenborg: https://www.odd.no/video











