VIDEO: Gilli sigraði tá hann vitjaði aftur í Bergen

(Video) Gilli R. Sørensen vann saman við liðfeløgunum í Odd 3-1 á gamla felagnum hjá Gilla, Brann Bergen

Mynd: odd.no

Mynd: odd.no

Í fýra kappingarárið var liðið sum Erna Solberg og Sissel Kyrkjebø halda við, Brann Bergen liðið hjá Gilla R. Sørensen.

 

Undan hesum kappingarárinum skifti Gilli til Odd í Skien, og í dag vitjaði Gilli saman við liðfeløgunum í Odd á Brann leikvøllinum í Bergen.

 

Odd vann 3-1 á Brann. Stóra hetjan hjá Odd gjørdist Mushaga Bakenga sum skoraði hattrick fyri Odd. Øll málini komu í seinna hálvleiki.

 

Brann - Odd 1-3 (0-0)

0-1: Mushaga Bakenga (50 br.)

0-2: Mushaga Bakenga (72.)

1-2: Jon-Helge Tveita (81.)

1-3:  Mushaga Bakenga (88.)

 

Gilli spældi allan dystin fyri Odd í dag. 

 

Odd liggur nú á sjeynda plássi í bestu norsku fótbóltsdeildini við níggju stigum. Komandi hóskvøld fær Odd vitjan av Tromsø í Skien. 

 

Her ber til at síggja hæddarpunktini frá 3-1 sigrinum hjá Odd í Bergen í dag:  https://www.odd.no/video

 

 

 

 

 

 

 

Mynd: odd.no

Mynd: odd.no