Gilli R. Sørensen og liðfelagarnir í Vejle hava enn fyrsta stigið til góðar í superliguni í Danmark.
Í dag tapti Vejle 1-2 fyri FC Midtjyllandi á heimavølli. Gilli var á vøllinum teir fyrstu 54 minuttirnar.
Tá seks minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki legði Aral Simsir gestirnar á odda 1-0, og átta minuttir seinni økti Franculino til 2-0.
Spenningur kom aftur í dystin tá German Onugkha í 83. minutti minkaði um munin til 1-2, men nærri kom Vejle ikki.
Komandi dystur hjá Vejle er á útivølli í Viborg, mánakvøldið 21. august.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Vejle-FC Midtjylland 1-2 (0-0)
##med2##