Gilli R. Sørensen spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Odd vunnu ein týdningarmiklan 2-1 sigur á gamla liðnum hjá Odmari Færø, Ham-Kam á útivølli í bestu norsku fótbóltsdeildini.
Odd var á odda 2-0 í steðginum. Tá 24 minuttir vóru farnir legði Milan Jevtovic Odd á odda við brotssparki. Bert fýra minuttir seinni økti Tobias Lauritsen til 2-0.
Stutt undan steðginum fekk Ham-Kam ein mann vístan av vøllinum, men kortini megnaði heimaliðið við bert 10 monnum á vøllinum at fáa spenning í aftur dystin við at minka um munin til 1-2 í fyrsta minutti av seinna hálvleiki.
Men tíbetur fyri Gilla og liðfelagarnir skoraði heimaliðið bara tað eina málið.
Odd hevur nú 12 stig fyri fýra sigrar og seks tap í 10 teimum fyrstu dystunum. Odd liggur á einum sjeynda plássi.
Odd spælir aftur dyst 19. juni, tá teir á heimavølli taka móti Molde.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Ham-Kam-Odd 1-2 (0-2) :
##med2##