Aftaná javnleik í tveimum teimum fyrstu dystunum í bestu norsku fótbóltsdeildini vóru Gilli Rólantsson, og liðfelagarnir í Odd Grenland fyri fyrsta tapinum hetta kappingarárið.
Gilli Rólantsson var við frá byrjan tá Odd Grenland á útivøll í kvøld tapti 0-1 fyri Lillestrøm. Gilli fekk eitt gult kort fyri eina ov harða takkling.
Sigursmálið skoraði Lillestrøm tá 36 minuttir vóru farnir av dystinum. Odd Grenland hevði málmøguleikar til at fáa stig burturúr uppgerðini í kvøld, men teir tóku ikki av.
Odd Grenland liggur á fjórðaftasta plássi við tveimum stigum. Tó hava teir í Odd Grenland tveir dystir til góðar sammett við fleiri av hinum liðunum í deildini.
Komandi sunnudag hevur Odd Grenland torføran heimadyst móti verandi oddaliðnum og meistarunum, Bodø/Glimt sum higartil hava vunnið sær 13 stig í fimm dystum.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Lillestrøm og Odd Grenland: https://www.odd.no/video