Hetta hevur verið ein góður dagur hjá tvøráfólki í fótbólti.
Fyrr í dag flutti TB upp í Betrideildina hjá monnum. Eftir tað var greitt, at Patrik Johannesen og liðfelagarnir í Keflavík hava vunnið niðara endaspælið í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. Seinni gjørdist tað greitt, at Gilli R. Sørensen og liðfelagarnir í Odd í bestu norsku fótbóltsdeildini komu aftur á sigursslóðina og vunnu á heimavølli 2-1 á Vålerenga.
Gilli fekk 80 minuttir á vøllinum í dag áðrenn hann var skiftur út.
Dennis Gjengaard legði Odd framum 1-0 tá 28 minuttir vóru leiktir. Í 70. minutti økti Conrad Wallem til 2-0. Vålerenga fekk minkað um munin tá fáir minuttir vóru eftir.
Odd er nummar seks í deildini við 38 stigum. Odd kann í besta lagið nú bert tríggir dystir eru eftir at leika røkka einum fimta plássi.
Sunnudagin 30. oktober leikar Odd á útivølli móti Lillestrøm.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Odd-Vålerenga 2-1 (1-0):
##med2##