VIDEO: Gilli og Odd fingu sigursmálið í yvirtíðini

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Odd-Viking 2-1 (0-0)

Gilli R. Sørensen var skiftur inn miðskeiðis í seinna hálvleiki tá lið hansara, Odd á heimavølli í Skien vann 2-1 á Viking Stavanger í bestu norsku fótbóltsdeildini. 

 

Tá Gilli kom á vøllin var støðan 1-0 til Odd. Mikael Ingebrigtsen hevði lagt Odd á odda 1-0 tá sjey minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Tá tveir minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini javnaði Viking til 1-1, men fimm minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat eydnaðist tað Milan Jevtovic at skora sigursmálið til 2-1 og harvið tryggja Odd øll trý stigini.

 

Gilli og liðfelagarnir feiraðu sigursmálið væl og leingi.

 

Odd er nummar fýra í bestu norsku fótbóltsdeildini við seks stigum fyri tríggjar dystir. 

 

Komandi leygardag spælir Odd heimadyst móti Aalesund.

 

HER  ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Odd og Viking:

 

##med2##