Tað gongur væl hjá Gilla R. Sørensen og liðfeløgunum í Odd í bestu norsku fótbóltsdeildini.
Gilli spældi allan dystin ígjár, tá Odd á heimavølli leikti javnleik 1-1 móti Kristiansund.
Kristiansund kom á odda longu í 17. minutti. 11 minuttir seinni javnaði Milan Jevtovic fyri Odd við einum brotssparki.
Odd hevur ikki tapt í átta teimum seinastu dystunum.
Odd liggur á einum sætta plássi í deildini við 35 stigum.
Komandi leygardag spælir Odd móti Tromsø á útivølli.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Odd og Kristiansund:
##med2##